Veljarar í amerikanska statinum Virginia hava góðkent, at valkortið í statinum verður broytt upp til miðskeiðisvalini í vetur.
Úrslitið av eini fólkaatkvøðu í gjár gevur politikarunum í statinum loyvi til at gera broytingarnar í samansetingini av valdømum.
Hetta kann geva demokratiska flokkinum 10 av teimum 11 sessunum, sum staturin hevur í umboðsfólkatinginum í Kongressini. Í løtuni er staturin umboðaður av seks demokratum og fimm republikanarum.
Broytingin í Virginia kann vera nóg mikið til at koppa meirilutanum í Kongressini yvir til demokratarnar á miðskeiðisvalunum seinni í ár.
Fimm statir hava broytt valdømini og fleiri umhugsa at gera tað sama.
Tað var Donald Trump forseti, sum av fyrstan tíð heitti á statir undir republikanskum stýri um at broyta valdømini fyri at tryggja flokkinum meiriluta í Kongressini.
Nýggja valkortið í Virginia kann støðgast av hægstarætti í statinum, skriva tíðindastovurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald