Løgreglan er í løtuni til staðar úti í Marknagili í morgun í sambandi við at síðsti vanligi skúladagur er, og hetta hava næmingarnir í fráfaringarflokkunum brúkt til at fara út á vegirnar at støðga ferðsluni.
So í morgun hevur tað verið truplari og tikið eitt sindur longri tíð enn vanligt at koma gjøgnum strekkið frá Mark og Bónus, tí kátir skúanæmingar hava valt at brúka løtuna til at órógva bilaferðsluna.
- Onkrir bilførarar ilskast inn á hetta, men higartil hevur alt gingið friðarliga fyri seg. Vónandi tekur tað ikki langa tíð áðrenn ferðslan aftur kann koyra sum vant, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald