Tað hendir nógv á politiska pallinum í Føroyum og uttanfyri landoddarnar, og í dag fer Stjórnin - Politikkur á Skák at viðgerða fleiri teirra.
Aksel V. Johannesen fer, sum tað fyrsta sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, at leggja uppskot fram um MVG-frítøku av olju og brennievni. Hetta fyri at lækka prísirnar í einari tyngri tíð.
Tíðliga mánakvøldið varð greitt, hvussu nevndirnar í nýggja Løgtinginum síggja út. Hesar hyggur Stjórnin eisini at.
Úti í heimi eru kríggj og krígshóttarnir. Árni Gregersen og fullmannaða panelið fara í dag at hyggja serliga eftir atburði amerikanska forsetans.
Sendingin byrjar eftir tíðindini klokkan 17 - umleið klokkan 17.15. Til ber at lurta á FM1 og at stroyma ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald