Innanlands

Dekksentrið nýggjar eigarar

Tá ið Kappingareftirlitið hevur góðtikið søluna fær Dekksentrið nýggjar eigarar

2026-04-22 15:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðað, at Dekksentrið í Havn er selt.

Tað skrivar Kappingareftirlitið á heimasíðu sínari.

Tað er felagið Sp/f HPA við Háldan Haldansen, sum keypir Dekksentrið, sambært Kappingareftirlitinum.

Kappingareftirlitið skrivar víðari, at yvirtøkan fer fram við, at verandi partaeigarar taka út vinningsbýti og partapeningurin í P/f Dekksentrinum, sum verður lækkaður til null, og nýggjur partapeningur verður síðani skotin inn og teknaður av Sp/f HPA.

Sp/f HPA hevur virksemi innan fiskivinnu. Í fráboðanini verður eisini greitt frá, at felagið virkar sum holdingfelag og eigur í feløgunum.

P/f Dekksentrið hevur virksemi innan sølu av dekkum og hevur eisini nakað av mekaniskum umvælingum.

P/f Dekksentrið hevur fram til transaktiónina verið ogn hjá Sp/f 1. september 1998 og Sp/f Kvilt, skrivar Kappingareftirlitið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder