Innanlands

Landsstýrismaðurin í mentamálum skal svara spurningum um skúlaheimið

Metir landsstýrismaðurin tað vera hóskandi, at leigan verður hækkað, at vakmyndatól eru sett upp, og hevur kunning og samskifti hjá leiðsluni á Glasi mótvegis lærlingum og lesandi verið nøktandi? Hetta eru nakrir av spurningum, sum Bárður á Lakjuni hevur fingið frá Bjørg Brynhildardóttir Egholm

Bjørg Brynhildardóttir Egholm, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bjørg Brynhildardóttir Egholm, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-23 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin í mentamálum at taka í málinum um skúlaheimið?

Tað vil Bjørg Brynhildardóttir Egholm, tingkvinna fyri Tjóðveldi hava at vita frá landsstýrismanninum í mentamálum, Bárður á Lakjuni.

Tí hevur hon sett fyrsta § 52a fyrispurningin í hesu tingsetuni.

Seinastu tíðina hevur nógv verið at frætt um støðuna á skúlaheiminum í Marknagili, sum lærlingar og lesandi eru ónøgd við.

M.a. er boðað frá, at leigan fer at hækka við 1.00 krónum, vakmyndatól eru sett upp, og herfyri varð eisini boðað frá, at Glasir samskiftir við ymiskar partar um at yvirtaka raksturin av skúlaheiminum.

Bjørg Brynhildardóttir Egholm hevur spurt Bárð á Lakjuni, um hann metir tað vera hóskandi, at leiðslan á Glasi hækkar leiguna á skúlaheiminum, um hann metir tað vera skilagott, at vakmyndatók eru sett upp, og um hann metir, at kunning og samskifti hjá leiðsluni á Glasi mótvegis lærlingum og lesandi hevur verið nøktandi.

Eisini vil tingkvinnan hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at lata Bústøðum ella onkrum privatum skúlaheimið, og hvussu tað fer at ávirka búfólkini á skúlaheiminum, um skúlaheimið verður selt.

Fyrispurningurin kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder