Innanlands

Forkvinnan í handilsvinnufelagnum heldur fram

Eyðvør Berg og Claus V. Christensen halda fram sum ávikavist forkvinna, og næstformaður eftir aðalfundin 15. apríl

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2026-04-23 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eyðvør Berg og Claus V. Christensen halda fram sum ávikavist forkvinna, og næstformaður í Handilsvinnufelagnum.

Tað er greitt eftir aðalfundin hjá felagnum 15. apríl, skrivar Vinnuhúsið.

Á aðalfundinum vórðu Eyðvør Berg og Gunnar Mohr afturvald í nevndina. Sóleyð Hansen stillaði ikki uppaftur, og í hennara stað varð Jakob Dam valdur.

Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg, og er hon nú mannað soleiðis: Umframt Eyðvør Berg og Claus V. Christensen sita Gunnar Mohr, Hilmar Sam Lamhauge og Jakob Dam í nevndini. Tiltakslimir eru Karla Egholm og Karsten Hansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder