Innanlands

Bárður á Steig Nielsen hitti útlendskar starvsfelagar á fiskivinnumessu í Barcelona

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum hitti ráðharrar úr Íslandi, Noregi og Stórabretlandi

Bárður á Steig Nielsen hitti m.a. norska fiskimálaráðharran Marianne Sivertsen Næss (Mynd: ufmr.fo)

Bárður á Steig Nielsen hitti m.a. norska fiskimálaráðharran Marianne Sivertsen Næss (Mynd: ufmr.fo)

2026-04-24 08:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur seinastu dagarnar verið á fiskivinnumessuni Seafood Expo Global í Barcelona.

Nógvir fiskimálaráðharrar vitja messuna, og er hetta tí eisini eitt gott høvi at hittast á politiskum stigi. Landsstýrismaðurin nýtti í hesum sambandi høvið at hittast við starvsfelagar úr grannalondunum.

Talan var um fundir við íslendska vinnumálaráðharran, sum eisini varðar av fiskivinnumálum, Hanna Katrín Friðriksson; norska fiskimálaráðharran Marianne Sivertsen Næss, og bretska fiskimálaráðharran, Dame Angela Eagle.

Á fundinum vóru sínámillum mál umrødd, umframt áleikandi strandarlandasamráðingar og avbjóðingar í hesum sambandi. Londini vóru samd í týdninginum av burðardyggari umsiting av fiskastovnunum, og at neyðugt er at finna semjur um ferðandi fiskastovnarnar. Eisini varð víst á týdningin av einum tøttum samstarvi millum grannalond í hesum óstøðugu tíðum.

– Eg eri glaður fyri høvið at hitta mínar starvsfelagar úr grannalondunum og at staðfesta, at vit øll áhaldandi ynskja at raðfesta eitt vælvirkandi sínámillum samstarv, og at arbeiða fram ímóti at fáa semjur fyri ferðandi fiskastovnarnar, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder