Uttanlands

Vápnahvíldin millum Ísrael og Libanon longd

Tíggju dagar langa vápnahvíldin, sum kom í gildi hósdagin í farnu viku, er longd við trimum vikum

Ameirkanski forsetin, Donald Trump á fundi í Hvítu Húsunum í gjár (Mynd: EPA)

Ameirkanski forsetin, Donald Trump á fundi í Hvítu Húsunum í gjár (Mynd: EPA)

2026-04-24 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vápnahvíldin millum Ísrael og Libanon er longd við trimum vikum, skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

Longda vápnahvíldin er komin í lag eftir fund í Hvítu Húsunum, skrivar Ritzau.

Umboð fyri USA á fundinum vóru Trump sjálvur og varaforsetin, J.D. Vance, uttanríkismálaráðharrin Marco Rubio, Mike Huckabee, sendiharri í Ísrael. Eisini luttóku umboð fyri Ísrael og Libanon.

– Fundurin gekk øgiliga væl. USA vil samstarva við Libanon fyri at hjálpa landinum at verja seg móti Hizbollah. Vápnahvíldin millum Ísrael og Libanon verður longd við trimum vikum, skrivar Trump.

Tað var hósdagin í farnu viku, at ein tíggju dagar lang vápnahvíld millum Ísrael og Libanon kom í gildi. Tað er tann avtalan, sum nú er longd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder