Fyrradagin kom seinasta ljósmasturin upp at standa við fótbóltsvøllin á Eiðinum í Vági.
Tað var í fjør, at Vágs býráð samtykti, at nýggir ljósmastrar skuldu setast við fótbóltsvøllin á Eiðinum. Arbeiðið byrjaði seint í fjør, har størri lendisarbeiði hevur verið kring vøllin. Hetta arbeiðið skuldi til fyri, at fundamentini til ljósmastrarnar kundu gerast, og so ljósmastrarnar kundu reisast.
Alt arbeiðið hevur tekniska deild hjá kommununi staðið fyri. Deildin hevur fingið ráðgeving frá Verkfo, og entreprenørfyritøkan Norcon hevur staðið fyri lendisarbeiðnum og at gera fundamentini saman við øðrum lokalum veitara. El-fyritøkan MR-EL hevur staðið fyri el-arbeiðnum.
Ljósmastrarnar eru av slagnum Slip Joints, og er tað fyritøkan Musco Lighting/Lumalysteknik, sum hevur leverað og staðið fyri arbeiðnum at reisa mastrarnar.
Mastrarnar eru liður í at uppfylla krøvini frá FSF til 350 lux ljós, ið er krav til fóltbólt í Meistaradeildini. Ljósmastrarnar eru framtíðartryggjaðar at kunna lýsa upp til 500 lux. Vatnleiðing er eisini løgd kring vøllin til at vanda vøllin, og eru kaðalar eisini lagdir til VAR-skipanina.
Arbeitt verður nú at íbinda ljósmastrarnar, og væntað verður, at mastrarnir lýsa innan eina til tvær vikur. Arbeiðið kring vøllin heldur fram til beint eftir summarfrítíðina.
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald