Uttanlands

Noreg vil eisini nokta børnum atgongd til sosialar miðlar

Ætlanin hjá norsku stjórnini er at leggja fram uppskot um at nokta børnum undir 16 ár atgongd til sosialar miðlar – Hetta verður gjørt seinni í ár, og verður uppskotið samtykt, kemur tað í gildi í 2027

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-04-24 15:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan Avstralia í desember bannaði ungum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar hava fleiri lond umhugsað líknandi ætlanir, og Indonesia hevur eisini sett líknandi forboð í gildi.

Eitt slíkt forboð hevur verið umrøtt í bæði Danmark og Føroyum, og í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni stendur eisini, at aldursmark á 15 ár skal setast á sosialar miðlar.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre sigur, at norska stjórnin vil nokta ungum undir 16 ár at fáa atgongd til sosialar miðlar.

Uppskot um hetta verður lagt fyri Stórtingið í ár, og verður tað samtykt, verður tað sett í gildi einaferð í 2027, verður upplýst sambært Ritzau.

Uppskotið verður gjørt á tann hátt, at ung fáa atgongd til eitt nú TikTok, Instagram og Snapchat 1. januar tað árið, tey fylla 16 ár.

Lagt verður upp til, at sosialu miðlarnir hava ábyrgdina av at tryggja, at tey ungu hava aldur til at vera á sosialu miðlunum.

Hvussu lógin skal handhevjast er enn ikki greitt.

Endamálið við lógini er fyrst og fremst at forða ungum í at verða ávirkað av algoritmum og villeiðandi lýsingum ella at verða útsett fyri lokking.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder