Uttanlands

– Eingin eigur at brúka kjarnorkuvápn

Amerikanski forsetin vísir aftur, at hann skal hava havt ætlanir um at brúka kjarnorkuvápn móti Iran

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-04-24 13:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump vísir aftur, at hann hevur havt ætlanir um at brúka kjarnorkuvápn móti Iran.

– Nei, eg hevði ikki brúkt tað. Hví skuldi eg brúkt kjarnorkuvápn, tá vit á vanligan hátt hava knúst tey (Iran) uttan tað? sigur Trump við jorunalistar í Hvítu Húsunum sambært tíðindastovunum Ritzau og Reuters.

– Kjarnorkuvápn eiga ongantíð at verða brúkt av nøkrum, leggur Trump afturat.

Amerikanski forsetin hevur áður hótt við fullkomiliga at oyðileggja iranska samfelagið, um Iran ikki letur Hormuzsundið uppaftur og gekk amerikonsku krøvunum um eina avtalu millum londini á møti.

Tann hóttanin kom í dagføring á hansara egna sosiala miðli, Truth Social 7. apríl.

Les eisini: - Ein heil siðmennning fer at doyggja í nátt

Fáar tímar seinni gjørdu USA og Iran tó avtalu um fyribils vápnahvíld, sum Trump síðan hevur longt í óásetta tíð.

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance hevur ávarað um, at USA er til reiða at brúka vápn sum ikki eru brúkt áður, men Hvítu Húsini hava víst aftur, at hann skal hava hótt við kjarnorkuvápnum.

USA er einasta landið, sum hevur brúkt kjarnorkuvápn í kríggi. Tað var í endanum av seinna heimsbardaga, tá USA leyp á japansku býirnir Hiroshima og Nagasaki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder