2026-04-24 16:18
Føroya Handverksmeistarafelag, meginfelag fyri handverksmeistarafeløg kring landið, hevur fingið nýggja nevnd eftir aðalfund felagsins 17. apríl.
Á aðalfundinum varð Urd Potts vald í nevndina. Hon tekur við, nú Petur Frank Joensen hevur lagt frá sær eftir drúgva tænastu í felagnum, skrivar Vinnuhúsið.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður, og Urd Potts varð vald til næstforkvinnu.
Sjúrður Holm stóð eisini fyri vali, og hann varð afturvaldur. Sostatt er nevndin mannað soleiðis:
- Magnus Magnussen, formaður
- Urd Potts, næstforkvinna
- Sjúrður Holm
- Dávur Kunoy Høgnason
- Jens Kristian Haraldsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald