Tingfundur var í dag, har tað einasta á skránni var framløga.
Sjey mál, sum skulu til fyrstu viðgerð á tingfundinum týsdagin 28. apríl, vórðu løgd fram:
![]()
Nøkur skulu veruliga bara avgreiðast og eru bygd á tað "tekniska" í tingskipanini/arvaði mál.
Umrødda málið hjá Akseli V. Johannesen um tíðaravmarkaða MVG-frítøku av bensini og diesel skal fyri. Hetta ætlar landsstýrismaðurin at fáa skjótt ígjøgnum.
Sí eisini: - Prísurin fyri bensin og diesel skal lækka við áleið 2,50 krónum fyri hvønn liturin
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur eisini lagt mál fram um at útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannhavn.
Hetta er nakað, sum hevur verið frammi árenn, og sum er átrokandi.
- Í sambandi við at farið verður undir at fyrireika at byggja ein nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn, er neyðugt at seta eina heimildarlóg í gildi, sum heimilar landsstýrisfólkinum at samstarva við Bygningsstyrelsení Keypmannahavnum at útvega nýggjan bygning tilSjúklingahotellið. Hetta fyriat tryggja, at verkætlanin kann halda fram við næsta stignum, har arbeitt verður við skipanaruppskotiog verkætlanaruppskoti. Næsta stigiðbyrjar eftir ætlan í summar 2026.
Uppskotið sæst her - Meira um tað seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald