Innanlands

Hava funnið grundøki til nýtt sjúklingahotell - tætt við Ríkissjúkrahúsið

Bygningurin á Venøgade rúmar ikki longur øllum sjúklingum og teirra avvarðandi. Tí eru fyrireikingar til nýtt føroyskt sjúklingahotell í Keypmannahavn byrjaðir. Eitt nýtt skal eftir ætlan byggjast

- Hetta er ein týðandi liður í at tryggja framhaldandi góðar karmar til føroyskar sjúklingar og teirra avvarðandi í Keypmannahavn (Mynd: Sverri Egholm)

- Hetta er ein týðandi liður í at tryggja framhaldandi góðar karmar til føroyskar sjúklingar og teirra avvarðandi í Keypmannahavn (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-24 15:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag varð uppskot til løgtingslóg um at útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn lagt fyri Løgtingið. Sambært lógaruppskotinum fær landsstýriskvinnan heimild til at samstarva við danskar myndugleikar um verkætlanina

Sí eisini: Mál um nýtt føroyskt sjúklingahotell og tíðaravmarkaða MVG-fyritøku løgd fram

- Síðani 2012 hevur Sjúklingahotellið húsast á Venøgade á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Hesin bygningur rúmar ikki longur øllum sjúklingum og teirra avvarðandi, sum verða ávíst til viðgerðir í høvuðstaðarøkinum í Danmark.

Hetta staðfestir Heilsu- og orkumálaráðið á heimasíðu sínari seinnapartin.

Tað er neyðugt við nýggjum og betri umstøðum til føroyingar, sum hava sjúkraørindir í danska høvuðsstaðnum.

Harvið er arbeiðið at útvega nýggjan bygning farið í gongd, og eitt hóskandi grundøki á Rådmandsgade, tætt við Ríkissjúkrahúsið, er funnið. 

Danski staturin eigur grundøki, og arbeitt verður við eini loysn, har Bygningsstyrelsen byggir ein nýggjan bygning, sum skal húsa Sjúklingahotellinum, skirvar homr.fo

- Hetta er ein týðandi liður í at tryggja framhaldandi góðar karmar til føroyskar sjúklingar og teirra avvarðandi í Keypmannahavn. Eg eri serliga fegin um góða samstarvið, sum ger tað møguligt at finna haldgóðar loysnir. Endamálið við verkætlanini er at skapa nútímans og nøktandi karmar, sum samsvara við vaksandi tørvin á gisting og uppihaldi hjá føroyskum sjúklingum í Danmark, sigur Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinna.

Verkætlanin er í løtuni á einum innleiðandi stigi. Uppskotið hjá Eyðdis Hartmann Niclasen kemur til fyrstu viðgerð týsdagin 28. apríl.

Les uppskotið her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder