Hetta vikuskiftið fara umboð fyri USA og Iran til Pakstan fyri at royna at fáa eina friðaravtalu millum londini. Men ætlanir eru ikki um ein fund millum Iran og USA, sigur Esmaeil Baqaeitalsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum.
Iranski uttanríkismálaráðharrin Abbas Araghchi fer at hitta pakistansk embætisfólk, sigur hann sambært Ritzau.
Pakistan hevur áður meklað millum Iran og USA í eini roynd at fáa eine nda á krígnum, sum byrjaði við álopinum á Iran 28. februar.
Í gjár segði talsfólk hjá Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, annars, at amerikonsku umboðini Jared Kushner og Steve Witkoff skulu tosa við iranska uttanríkismálaráðharran.
Fyrsta samráðingarumfarið millum USA og Iran, sum eisini varð hildið í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad fyrr í hesum mánaðinum endaði uttan úrslit. Samráðingarnar skuldu væntandi takast uppaftur týsdagin, men tað bleiv av ongum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald