Uttanlands

Í dag fara palestinar á val

Fyri fyrstu ferð síðan 2006 verður val í Gazageiranum

Fyri fyrstu ferð í 20 ár er val í Gzageiranum (Mynd: EPA)

Fyri fyrstu ferð í 20 ár er val í Gzageiranum (Mynd: EPA)

2026-04-25 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fara palestinar á Vestara Áarbakka og mitt í Gazageiranum á val.

Talan er um økisval, sum eisini er fyrsta valið hjá palestinum á Vestara Áarbakka, síðan kríggið í Gazageirnaum breyt út síðst í 2023. Hetta er eisini fyrstu ferð, at val verður hildið í Gazageiranum síðan 2006, tá Hamas vann. Hamas hevur havt ræði á Gaza síðan 2007.

Sambært valnevndini hjá palestinska sjálvstýrinum, sum hevur høvuðssæti í býnum Ramallah, eru nærum 1,5 milliónir skrásettir veljarar á Vestara Áarbakka, umframt 70.000 fólk í økinum Deir el-Balah í Gazageiranum, skrivar Ritzau.

Flestu vallistarnir eru knýttir at Fatah-røsluni, sum er 90 ára gamli Mahmoud Abbas, sum eisini er forseti fyri palestinska sjálvstýrið, stendur á odda fyri.

Eingin listi er knýttur at Hamas, sum hevur ræði á nærum helvtini av Gazageiranum.

Valstøðini á Vestara Áarbakka eru opin frá klokkan sjey á morgni til klokkan 19 um kvøldið, meðan valstøðini í Deir el-Balah lata aftur nakrar tímar fyrr fyri at gera tað lættari at telja atkvøður í dagsljósi orsakað av vantandi streymi í økinum.

Val verður bert hildið í einum øki í Gazageiranum sum ein roynd. Deir el-Balah-økið er valt, tí tað er eitt av einastu støðunum, har meginparturin av fólkinum ikki er rikin burtur orsakað av krígnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder