- Eg havi bjóðað fýra av mín starvsfeløgum í Senatinum at hyggja at nøkrum arktiskum økjum. At hyggja at nøkrum av orkustrupulleikunum og tí arktiska økinum sum heild.
Tað sigur Lisa Murkowski, senator í Alaska, ið var á vitjan í Føroyum í gjár saman við øðrum senatorum úr USA. Ferðaliðið hevði júst verið í Kanada, Grønlandi, Svalbard, Tromsø og Noregi áðrenn tey komu til Føroyar. Eftir ferðina í gjár fór ferðaliðið til Aberdeen og Reykjavíkar, áðrenn leiðin gekk aftur til Washington. Ferðin til Føroyar var sostatt liður í størri ferð.
- Hetta er fyrstu ferð onkur av okkum hevur verið í Arktiska økinum. Sjálv havi eg verið fleiri ferðir, men hettar er fyrstu ferð nakar av okkum hevur verið í Føroyum. Oyggjarnar eru ótrúliga vakrar og okkum dámar nýhugsanina um, hvussu tit hava skapt samband ímillum oyggjarnar við undirsjóvartunlum, sigur senatorurin frá. Samrøðan varð gjørd júst eftir fund í Føroya Tele við Poul Michelsen, uttanríkisráðharra, Føroya Tele og tunnilsfelagið fyri Eystur- og Sandoyrartunlarnar. Eftir hendan fundin fór ferðaliðið á vitjan hjá SEV.
- Tað hevur verið áhugavert at hoyra, hvussu samanbundnar oyggjarnar eru, ikki bara ímun til vegakervið, men eisini samskiftið. Nú fara vit at hoyra um, hvussu oyggjarnar eru samanbundnar ímun til elkervið og ætlanirnar um at røkka málinum um heilt burðardygga orkuframleiðslu í 2030, sigur Lisa Murkowski.
Mynd av luttakarum á fundinum í Føroya Tele (Mynd: Føroya Tele)
Við á ferðini, sum var í seks tímar, vóru senatorarnar: Lisa Murkowski, Joe Manchin, John Barrasso, Maria Cantwell og Sheldon Whitehouse. Carla Sands, amerikanskur sendiharri í Keypmannahavn var eisini á ferðini, umframt at starvsfólk hjá senatinum og amerikonsku sendistovun eisini vóru við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald