Í nátt okkara tíð varð amerikanski forsetin, Donald Trump fluttur burtur frá árliga borðhaldinum hjá tíðindafólkum, sum arbeiða í Hvítu Húsinum, eftir ein skottilburð á staðnum.
Hann varð fluttur burtur av Secret Service, sum m.a. hevur til uppgávu at verja amerikanska forsetan.
Stutt eftir, at Trump kom til borðhaldið, hoyrdust skot, og hann, forsetafrúan Melania Trump og onnur í Trump-umsitingini vórðu flutt av staðnum.
Á sínum egna sosiala miðli, Truth Social skrivar Trump, at gerningsmaðurin er handtikin.
Maðurin, sum er handtikin, er ákærdur fyri at brúka eitt skotvápn í sambandi við harðskap, og at leggja á eitt løgreglufólk við einum vandamiklum vápni.
Hann hevði ætlanir um at skjóta embætisfólk í umsitingini hjá Trump. Tað skal hann sjálvur hava fortalt løgregluni, siga tvær ónevndar keldur við CBS News. Tað er tó ikki alment váttað, skrivar Ritzau.
Sambært Trump var talan um ein 31 ára gamlan mann úr Kalifornia.
Við sær á gistingarhúsið, har borðhaldið skuldi haldast, hevði hann ein pistól, eina høglbyrsu og fleiri knívar.
Eingin bleiv særdur undir skottilburðinum, og gerningsmaðurin sjálvur varð heldur ikki raktur av skotum.
Ákærin í Washington D.C. sigur, at ábendingar eru um, at 31 ára gamli maðurin hevði ætlanir um at gera so nógvan skaða sum gjørligt.
Maðurin skal fyri rættin mánadagin, og verða væntandi fleiri ákærur lagdar afturat.
Borðhaldið, sum verður fyriskipað av White House Correspondents' Accociation sum er felagsskapur fyri journalistar, sum arbeiða í Hvítu Húsinum, varð avlýst og verður flutt til ein annan dag innan 30 dagar.
Hetta var fyrstu ferð, at Trump skuldi hava hildið røðu sum forseti undir árliga borðhaldinum. Undir fyrra forsetaskeiði hansara avgjørdi hann ikki at luttaka í borðhaldinum, sum er kent fyri at hava skemtiligar røður, m.a. frá forsetanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald