Týska stjórnin heldur, at Russland stendur aftanfyri eina røð av teldusníkaálopum móti týskum tjóðartingslimum, embætisfólkum og journalistum, upplýsa keldur í týsku stjórnini sambært fleiri tíðindastovum.
Talan er um sonevnd phishing-álop móti samskiftispallinum Signal.
– Samveldisstjórnin heldur, at phishing-átakið mótvegis Signal helst er stýrt úr Russlandi, sigur ein kelda, sum undirstrikar, at álopini vórðu steðgað.
Phishing er eitt slag av álopi, har teldusníkar geva seg út fyri at vera ein álítandi kelda fyri at lumpa viðkvæmar upplýsingar frá fólki. Seinastu tíðina hava vit í Føroyum sæð fleiri dømi um hetta.
Álopini vóru rættað móti tjóðartingslimum úr ymiskum flokkum, harundir fleiri ráðharrar og forkvinnan í týska tjóðartinginum, Julia Klöckner.
Hesi fingu eini boð, sum skuldu eitast at vera frá Signal, har roynt var at fáa kontuupplýsingarnar hjá teimum og harvið fáa atgongd til boð, myndir og annað, sum verður deilt umvegis Signal.
Týski ákærumyndugleikin greiddi fríggjadagin frá, at mann síðan miðskeiðis í apríl hevur kannað fleiri phishing-álop á Signal. Meira varð ikki upplýst um málið.
Sambært miðlinum Der Spiegel eru í minsta lagi 300 Signal-kontur raktar av phishing-álopunum.
Týskland hevur verið rakt av fleiri netálopum, síðan kríggið millum Russland og Ukraina brast á í 2022. Russar hava víst aftur, at teir standa aftanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald