Seinnapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu trý mál skrivað.
Millum Fjarða varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi 110 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, og tað fær hann eitt klipp í koyrikortið fyri.
Í Klaksvík vórðu tvey mál skrivað. Ein bilførari fekk klipp fyri at koyra fyri reytt ljós, og ein bleiv tikin fyri at koyra uttan førararætt. Talan var um ein útlending, sum ikki hevði koyrikort, sum var galdandi í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald