Í mars var arbeiðsloysið í Føroyum eitt prosent - 0,2 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.
366 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi í mars. Tað eru 65 færri enn í mars í fjør - Tað svarar til 312 fulltíðararbeiðsleys, skrivar Hagstovan.
136 kvinnur og 230 menn vóru rakt av arbeiðsloysi - umroknað til fulltíðararbeiðsloysi var talan um ávikavist 109 kvinnur og 203 menn.
Av teimum, sum vóru rakt av arbeiðsloysi í mars vóru 42 persónar - ella 11,5 prosent av teimum arbeiðsleysu - langtíðararbeiðsleys, sum merkir, at tey høvdu verið arbeiðsleys í maiera enn 365 dagar. Hetta er á leið tað sama talið sum í fjør, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald