2026-04-28 07:54
Í tveimum førum var í gjár boðað frá grind. Fyrsta fráboðanin var úr Leirvík um hálvgun átta tíðina gjáramorgunin, har fólk hildu seg síggja grind. Grindaformaður var á staðnum, men einki var at síggja til hvalirnar, so meira hendi ikki.
Um middagsleitið var ein grind sædd út fyri Slættanes. Talan var um nakrar fáa springarar sum kavaðu illa, og meira var ikki gjørt við tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald