Innanlands

Fyrsti dagurin við veruligum viðgerðum

Tingfundurin byrjar klokkan 13. Nýtt sjúklingahotell, mvg frítøka og eykajáttan eru millum málini á skránni

Aksel V. Johannesen (uttast til vinstru) og Súsanna Bertholdsen (í reyðum) hava borið uppskot niðan í Tingið, sum skulu fyri í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannesen (uttast til vinstru) og Súsanna Bertholdsen (í reyðum) hava borið uppskot niðan í Tingið, sum skulu fyri í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-28 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tveimum vikum siðani fóru landsstýrisfólkini til verka, í síðstu viku vórðu nevndirnar í løgtinginum valdar, og í dag er fyrsti tingfundur við viðgerðum á skránni.

Byrjað verður klokkan eitt, og sjey fyrstu viðgerðir eru á skránni. Har ímillum skal tosast um nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn, fyribils MVG-frítøku av olju og bensin og eykajáttan fyri apríl og fyri bíðiløn.

Sí dagsskránna og fylg við her

Sí eisini: Ætla at strika mvg á olju og bensin komandi tríggjar mánaðirnar

Sí eisini: Hava funnið grundøkið til nýtt sjúklingahotell - tætt við Ríkissjúkrahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder