Innanlands

Norðoyatunnilin 20 ár

Tað var eitt stórt frambrot fyri Norðoyggjar og landnyrðings partin av Føroyum, tá latið varð upp fyri ferðslu 29. apríl 2006

Sólin bakaði niður, og tað var eitt serligt huglag - hátíðardámur - í Klaksvík fyri júst tjúgu árum síðani (Mynd: Norðlýsið)

Sólin bakaði niður, og tað var eitt serligt huglag - hátíðardámur - í Klaksvík fyri júst tjúgu árum síðani (Mynd: Norðlýsið)

2026-04-29 11:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sólin bakaði niður, og tað var eitt serligt huglag. Ein hátíðardámur.

Norðyingar høvdu bíðað eftir hesum degnum í longri tíð. Eitt sindur av ivamáli var eisini um, hvussu tilveran fór at broytast, nú túrurin um Leirvíksfjørð á góðan hálvan tíma var vekk.

Einki kaffiprát og pylsur og breyð á Dúgvuni. Men 29. apríl 2026 kundi man fáa risa tunnilskøku frá Bakarínum hjá Jórun í Klingrugarði, sum var nýggja handils- og ídnaðarøkið tætt við tunnilsmunnan.

[object Object]
Mynd: Norðlýsið

Runnið og gingið varð teir stóru seks kilometrarnir í tunnlinum. Og fólk í Norðoyggjaum og landnyrðingspartinum av Føroyum kundi fegnast um frambrotið.

Tað ger man enn - sjálvt um man 20 ár seinni ikki hugsar so nógv um tað dagliga.

Í dag kann rundi dagurin hátíðarhaldst. Tað ger Norðlýsið millum annað við sending, og lokal miðilin hevur serblað á veg.

Tað er eisini ókeypis at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin í hesum døgum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder