Robert Mizzell er ein av teimum fremstu countrytónleikarunum í Írlandi við meira enn 15 útgávum á baki. Hann er støðugt á ferð í Írlandi og Bretlandi saman við bólki sínum. Hann hevur eisini verið kosin ‘yndis countrysangari’ í Írlandi í eini lesarakanning, sum blaðið RSVP hevur gjørt.
Robert er føddur í Louisiana, USA. Hansara fyrstu tónleikaligu ávirkanirnar komu frá foreldrunum, ið bæði tvey vóru við í einum gospelkóri. 17 ára gamal, flutti Robert til Connecticut, og seinni meldaði hann seg í amerikanska herin, har hann tænti í fleiri ár.
Eftir hernaðartænastu flutti hann til Írlands við dreymum um eina yrkisleið innan countrytónleik. Har hevur hann búð seinastu 25 árini.
“Kick Ass Country” var fyrsti veruligi hittarin hjá honum, men sangurin “Say You Love Me” gjørdi hann kendan í hvørjum heimi í Írlandi. Aðrir sangir so sum m.a. ‘Mama Courtney’, ‘Two Rooms and a Kitchen’, ‘The Farmer’, ‘John Deere Beer’, ‘Louisiana Saturday Night’ og ‘Say You Love Me’ hava verið við til at gjørt Robert kendan.
Síðan 2011 er 29. oktober ‘Robert Mizzell’ dagur í Shreveport, USA, hagani hann er ættaður. Aðrir, ið eisini eru heiðraðir har, eru m.a. Elvis Presley, Merle Kilgore, ið hevur skrivað “Ring of Fire” saman við June Carter Cash, og Hank Williams eldri og yngri. Robert hevur framført á fleiri av týdningarmestu pallunum í USA, m.a. The Midnite Jamboree, The Ernest Tubb Theatre, The Cowboy Church, The Carter Family Fold, The Country Tonite Theatre og heima í Shreveport í Louisiana.
Robert Mizzell er sera virkin, og prógvar ferð eftir ferð, at hann telist millum tey bestu innan country. Hansara heita lyndi og erliga persónligheit vinna honum støðugt nýggjar fjepparar. Ummælarar eru samdir um, at hann leggur hjarta og sál í hvønn sang – og prógvar harvið, hví hann er ein av teimum fremstu í sjangruni.
Countryfestivalurin í Sørvági verður hildin í døgunum 11. til 13. juni. Atgongumerki til fáast til sølu á www.country.fo
Onnur nøvn, sum spæla í ár eru Ray Scott, Blátt Gras, Ragnar í Vík, Rox við Signar í Homrum, Ólavur á Váli Olsen, Kristel Lisberg, Magni Christiansen, Marianna Winter, Lyon Hansen og Sommerson Band.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald