Innanlands

Føroyar fáa nýggjan chefpolitiinspektør

62 ára gamli Claus Birkelyng tekur 1. juni við eftir Steen Nørskov. Hann hevur seinastu árini arbeitt við brotsverkum á alnótini og marknaeftirliti, umframt at danin hevur røkt býráðssess

Claus Birkelyng hevur verið á vitjan í Føroyum í nakrar dagar. Hann ætlar at fáa fleiri føroyingar á løgregluskúla og annars vera virkin í frítíðarlívinum í Føroyum - hann er áhugaður í millum annað ítrótti og rennur og spælir padel, umframt annað

Claus Birkelyng hevur verið á vitjan í Føroyum í nakrar dagar. Hann ætlar at fáa fleiri føroyingar á løgregluskúla og annars vera virkin í frítíðarlívinum í Føroyum - hann er áhugaður í millum annað ítrótti og rennur og spælir padel, umframt annað

2026-04-29 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar fáa nýggjan chefpolitiinspektør 1. juni. Tá tekur Claus Birkelyn yvir eftir Steen Nørskov sum hevur virkað í starvinum síðan 2018.

Claus Birkelyng er 62 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan løgregluna.

Fyri Kringvarpinum upplýsir royndi danin, at hann hevur verið løgreglumaður síðani 1989 - í Københavns Politi, í PET (fregnartænastuni), hjá statsadvokatinum og hjá ríkisløgregluni.

Har hevur Claus Birkelyng millum annað starvast við brotsverkum á alnótini og marknaeftirliti. 

Hoyr alla samrøðuna við Claus Birkelyng her

Danin hevur eisini leiðsluútbúgving frá CBS, og hevur Birkelyng verið býráðslimur í Norðursælandi - í Fredensborg Kommune og í Helsingør. Hann slapp ikki inn aftur á valinum í fjør. 

Claus Birkelyng hevur verið á vitjan í Føroyum í nakrar dagar. Hann ætlar at fáa fleiri føroyingar á løgregluskúla og annars vera virkin í frítíðarlívinum í Føroyum - hann er áhugaður í millum annað ítrótti og rennur og spælir padel, umframt annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder