- Tað hevði nógv at siga fyri meg at sjónbandalagið bleiv filmað í Føroyum, og vit eiga so ótrúliga nógv dugnalig fólk her heima ið hava verið við til at skapað hetta sjónbandalagið við mær.
Hetta sigur Eivør Pálsdóttir um nýggja sjónbandalag hennara. Tað er við nýggja staklagnum "Healer", sum songkvinnan í skrivi í dag skýrir "byrjanin uppá eitt nýtt tíðarskeið á hennara tónlistaligu ferð".
Hoyr Healer niðast ella á Youtube-síðuni hjá Eivør
Ein føroysk verkætlan - í Norðurlandahúsinum í oktober
Tað er Katrin Joensen-Næs, sum hevur leikstjórnað sjónbandalagið hjá Eivør. Maibritt Marjunardóttir, ið hevur sniðgivið nógvar av pallbúnunum hjá Eivør seinastu árini, hevur skapt pallmynd og búnar til sjónbandalagið, ið er filmað í Føroyum í samstarvi við føroyska filmstoymið Outlier Projects.
- Tað var ein sonn gleði at sleppa at arbeiða saman við Katrin aftur. Eg var so glað fyri okkara seinasta samstarv og hevði eitt brennandi ynski um at sleppa at arbeiða saman við henni aftur. Vit hittust ofta og brainstormaðu saman og funnu inn til ein myndaheim, ið lýsir lívsins ringrás. Tað, ið følnar og aftur blómar. Tíðin, ið aftur og aftur lekir okkara sár og fær okkum at vaksa okkum sterkari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald