Fyrstu loyvini at sleppa at flúgva upp á pláss eru nú komin. Men enn gongur ein tíð áðrenn Atlantsflog fer undir at selja flogferðaseðlar til ferðina beinleiðis millum Vágar og New York.
Tað var longu í januar mánaði í ár, at Atlantsflog boðaðu frá, at tey høvdu sent umsókn um at sleppa at flúgva til New York.
- Vit høvdu ikki roknað við, at tað fór at ganga so drúgv tíð at fáa loyvini upp á pláss, tí vit vilja fegin sleppa ígongd við at selja ferðaseðlarnar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.
Enn má Atlantsflog tó bíða eitt sindur áðrenn endaliga loyvið er fingið upp á pláss.
- Tað vit nú hava fingið er eitt formligt loyvi at flúgva til New York, men nú skulu nakrar prosedurur ígongd, har amerikansku flogferðslumyndugleikarnir koma til Føroyar fyri at kanna okkara mannagongdir og góðkenna Vágar sum floghavn, greiðir Jóhanna á Bergi frá. Hetta snýr seg fyrst av øllum at kanna eftir, hvussu passeftirlit og trygdarkanningarnar yvirhøvur verða gjørdar her.
Flúgva til Newark-flogvøllin
- Okkara vón er framvegis at kunna fara undir beinleiðis flúgving til New York í heyst. Vit skulu fyrst hava endaligu loyvini upp á pláss. Amerikansku flogmyndugleikarnir hava boðað frá, at tey koma til Føroya einaferð í juni ella juli og so skjótt sum vit hava fingið endaliga stemplið, fara vit undir at selja ferðaseðlarnar, tí vit skulu gjarna hava ferðafólk við, tá vit nú einaferð fara í gongd, sigur Jóhanna á Bergi.
Talan verður um at flúgva til flogvøllin, sum eitur Newark Liberty International Airport, sum liggur í New Jersey, 19 kilometrar uttan fyri downtown Manhattan, og sum er nakað minni enn størsta floghavnin harumleiðir, John F. Kennedy International Airport.
Selja Føroyar í Paris
Johanna á Bergi, leiðsla í flogfelagnum og umboð fyri føroysku ferðavinnuna eru annars í franska høvuðsstaðnum Paris í løtuni. Í kvøld skulu tey hava eina framløgu um Føroyar sum ferðamannaland fyri tíðindafólki í sambandi við at fyrsti túrurin beinleiðis til Charles da Gaulle flogvøllin í Paris verður flogin 1. juli.
Atlantsflog skal flúgva tríggjar túrar til Paris um vikuna fram til endan av september, hareftir verða tveir túrar vikuliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald