Fríggjakvøldið klokkan 20 verður ein nýggj og øðrvísi tónleikauppliving roynd í Føroyum, tá fyrsta hugdýpingarkonsertin, Tónaró verður í Auluni í Finsen í Havn.
Konseptið leggur dent á ró, nærveru og eina sansaliga tónleikauppliving, har áhoyrarin fær møguleika at sita ella liggja undir konsertini og uppliva livandi tónleik í einum meira medidativum høpi.
Endamálið er at skapa eitt rúm, har tónleikur og ró fáa javnbjóðis pláss, og áhoyrarin kann taka ímóti í egnum tempo, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Á konsertini luttekur nýstovnaða føroyska strúkikvartettin Vibra, sum er mannað av fýra útbúnum tónlistakvinnum við breiðum royndum innan bæði klassiskan og nýmótans tónleik. Tær fýra, sum manna strúkikvartettina, eru Heiðrun Petersen, Jona Højgaard, Birita Dam, og Kristina Á Váli.
Vibra arbeiðir við at skapa eina fjølbroytta og samtíðarorienteraða tónleikauppliving, og hugdýpingarkonsertin er eitt dømi um nýggjar hættir at røkka út til áhoyraran.
Hugdýpingarkonsertir eru kendar uttanlands, men eru framvegis nýggjar í føroyskum samanhangi. Fyriskiparar vóna, at hetta kann gerast eitt afturvendandi tiltak og eitt nýtt íkast til mentanarlívið í Havn.
Atgongumerkir til konsertina fáast á torsgota.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald