Innanlands

Met nógv ferðafólkaskip vitja Vestmanna í ár

Sambært kommununi verður talið tólv. - Talan er um ein støðugan vøkstur í vitjanum av ferðafólkaskipum, og nógv bendir á, at gongdin heldur fram. Longu nú hava 15 skip biðið um pláss til summarið 2027

Vestmanna Havn tekur ímóti skipum, ið vanliga hava millum 200 og 300 ferðafólk umborð. Flestu ferðafólkini keypa sær túrar undir Vestmannabjørgini og luttaka í skipaðum gongutúrum í bygdini saman við lokalum frásøgufólkum (Mynd: vestmanna.fo)

Vestmanna Havn tekur ímóti skipum, ið vanliga hava millum 200 og 300 ferðafólk umborð. Flestu ferðafólkini keypa sær túrar undir Vestmannabjørgini og luttaka í skipaðum gongutúrum í bygdini saman við lokalum frásøgufólkum (Mynd: vestmanna.fo)

2026-04-30 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Alsamt fleiri ferðafólkaskip leggja leiðina inn á Vestmanna. 

Hetta kann kommunan staðfesta í skrivi á heimasíðu sínari.

Har verður kunngjørt, at í summar er ætlanin, at 12 ferðafólkaskip vitja. Hetta er hægsta talið nakrantíð - fýra fleiri enn í fjør tá átta ferðafólkaskip komu inn á Vestmana.

Og eftir øllum at døma fer vøksturin at halda fram, tá tað snýr seg um gestir, ið eru komnir sjóvegis til Vestmannar.

- Talan er um ein støðugan vøkstur í vitjanum av ferðafólkaskipum, og nógv bendir á, at gongdin heldur fram. Longu nú hava 15 skip biðið um pláss til summarið 2027, og eisini eru bókingar gjørdar fyri 2028.

Heimasíðan vestmanna.fo skrivar, at Vestmanna Havn tekur ímóti skipum, ið vanliga hava millum 200 og 300 ferðafólk umborð. Flestu ferðafólkini keypa sær túrar undir Vestmannabjørgini og luttaka í skipaðum gongutúrum í bygdini saman við lokalum frásøgufólkum, har tey vitja ymisk áhugaverd støð.

Tað fyrsta av teimum tólv ferðamannaskipunum í ár kemur sunnudagin 10. mai, og tað síðsta kemur mikudagin 23. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder