- Seinastu tíðina er ivi sáddur um málsviðgerðina hjá Føroya Politi og í sama viðfangi um rættartrygdina í Føroyum. Føroya Politi vísir aftur, at rættartrygdin í Føroyum er í vanda.
Hetta eru fyrstu linjurnar í einum heldur serstøkum skrivi hjá Føroya Politi. Einum skrivi, sum varð sent miðlunum fyrrapartin í kjalarvørinum av ákoyringum seinastu tíðina.
Helst man løgregluvaldið og fútaembætið í Føroyum kenna seg heldur kroyst. Eftir at tað komið í ljósmála, at risabótin hjá Bakkafrosti er munandi minkað um hon eingongd verður givin - og hvussu Micheal Boolsen hevur borið seg at.
Fyrst hevði fútin boðað ovastu politisku leiðsluni frá, "tí at áhugin fyri málinum var so stórur, og avleiðingarnir eisini kundu verða tað". Men síðani, eftir at verða trásðpurdur, var tað "embætisverkið", sum hevði fingið boðini um stóra málið, sum hevur ligið í nógv ár.
Fútin hevur fyrihildið seg til málið í Kringvarpinum, sum hevur havt nógvar vinklar á margháttiligu søguna - og sanniliga eisini kritikk. Og fútaembætið, umframt aðrir partar av løgregluni/rættarskipanini, hava fingið av grovfíluni í FM1-sendingini "Stjórnin - Politikkur á Skák". Millum annað í seinasta partinum, sum var mikudagin.
Video: Er nýggi løgregluovastin sendur at rudda upp í suppuni sum fútaembætið er endað
Í dagsins skrivi vísir Føroya Politi á, at "eingin fráboðan til politiið fer beinleiðis í rættin, uttan at haldgóð prógv eru fyri møguligum lógarbroti", og at stór orka verður løgd í málini, umframt at at tryggja rættartrygdina í Føroyum.
Samstundis ásannar Føroya Politi, at longu málsviðgerðirnar ikki eru nøktandi. Men tá skyldast onkutíð serlóggávum og nýggjum málum - umframt ov lítlari arbeiðsmegi. Nakað sum Føroya Politi hevur gjørt vart við.
Her veðrur borið í bøtuflaka - og lovað verður nú, at fleiri starvsfólk eru á veg.
Sí eisini: Føroyar fáa nýggjan chefpolitiinspektør
Les alt skrivið, undir yvirskriftini "Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði", á lesarin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald