Jákup Sumberg er settur í starv sum leiðari fyri kantinudeildina hjá Hilton Garden Inn. Hann skal standa fyri kantinutilboðnum, sum verður veitt fyritøkum og stovnum kring landið.
- Við Jákupi Sumberg á odda fáa vit styrkt tilboðið og ment góðskuna uppaftur meira á matinum, sum vit veita starvsfólkum í fyritøkum og stovnum hvønn dag, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á Hilton Garden Inn.
Seinastu tvey árini hevur verið arbeitt við at menna dygdargóðu matartænastuna, sum fevnir um kantinuloysnir við fullari og fastari manning. Undirtøkan hevur verið sera góð, og nú verður tilboðið víðkað og ment. Frameftir fer eisini at bera til at fáa mat í smærri kantinum, har tørvurin er minni enn á størri arbeiðsplássum, umframt at keypa fjølbroyttan starvsfólkamat til serlig høvi.
- Tíðin hevur víst, at tað eru stórir møguleikar í hesari tænastuni. Jákup hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir í fakinum, og við honum taka vit næsta stigið, sigur Rógvi Mikkelsen.
Sjálvur er Jákup Sumberg spentur at fara undir arbeiðið.
- Vit vita, at heilsugóður matur hevur týdning og ávirkan í gerandisdegnum, og tað er av tí sama ein stór ábyrgd at standa fyri hesum tilboðnum. Hilton Garden Inn hevur veitt og fer framhaldandi at veita starvsfólkum góðan og fjølbroyttan mat, sum verður lagaður eftir tørvinum á einstaka arbeiðsplássinum. Stórur dentur verður lagdur á góðar rávørur við nógvum føðsluvirði, og vit vilja sum eitt dagligt hæddarpunkt savna fólk um eina góða matuppliving, sigur hann.
Jákup Sumberg byrjar í starvinum longu mánadagin 4. mai.
Tá Hotel Hilton Garden Inn læt upp í 2020, var Jákup Sumberg sjefkokkur. Síðan hevur hann millum annað arbeitt hjá Sjógæti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald