Innanlands

Arbeiðarafeløgini longt sáttmálan til mánadagin

Annars fór hann úr gildi í dag. Feløgini samráðaast um nýggjan sáttmála, og hildið verður fram við samráðingunum mánamorgunin

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, her undir seinasta verkfalli (Mynd: Verkafólk)

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, her undir seinasta verkfalli (Mynd: Verkafólk)

2026-05-01 09:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðarafeløgini hava longt sáttmálan, sum fer úr gildi 1. mai til og við á midnátt mánadagin 4. mai. Hesum boða Verkafólk frá.

Feløgini samráðast um nýggjan sáttmála, og steðgur er í samráðingunum, nú tað í dag er Dýri biðidagur. Hildið verður fram við samráðingunum mánamorgunin.

Arbeiðarafeløgini, sum samráðast saman eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder