2026-05-01 09:40
Um midnáttarleitið bleiv illstøða millum tveir persónar í býarlívinum í Havn. Løgreglan kannar nú málið sum harðskap.
Løgreglan varð boðsend, men fekk ikki fatur á teimum báðum persónunum, sum ósemja var millum og tískil er heldur eingin handtikin í málinum enn.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun fær ikki sagt nakað serligt um málið enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald