Í dag og í morgin verður kappast um, hvør verður føroyameistari í bridge fyri pør. Kappingin verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali og 16 pør hava meldað seg til kappingina.
Kappingin er skipað soleiðis at øll pør koma at spæla móti hvørjum øðrum, og tað verða leikt í alt 90 spøl.
Kappingarleiðari er Jacob Duschek, sum við sínum drúgvu royndum eisini er ein av kappingarleiðarunum á árliga Tórshavn Bridgefestival.
Í 2025 vunnu Arni Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr við bara 0,1 stigum framman fyri Dia Jacobsen og Hallberg Anfríðsson, meðan Jóannes Mourtisen og Per Kallsberg endaðu á triðja plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald