Uttanlands

Trump ikki nøgdur við nýtt uppskot úr Iran

Meklarar hava givið amerikanarum nýtt friðaruppskot frá Iran, men amerikanski forsetin sigur, at hann er í løtuni ikki nøgdur við tað, sum Iran bjóðar

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-05-02 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð boðað frá, at Iran hevði sent USA nýtt uppskot til friðaravtalu, men amerikanski forsetin, Donald Trump er ikki nøgdur við tað.

Tað segði hann við journalistar fríggjadagin.

– Í løtuni eri eg ikki nøgdur við tað, sum tey bjóða, segði hann sambært Ritzau og legði afturat:

– Iran biður um ting, sum ikki kunnu gangast á møti.

Hvat stendur í uppskotinum, sum var latið amerikanarum umvegis meklarar í Pakistan hósdagin, er ikki greitt.

Iran og USA hava verið í kríggið síðan 28. februar. Partarnir hittust til samráðingar í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad í apríl, men síðan er einki komið burturúr.

Boðað varð frá, at samráðingarnar skuldu takast uppaftur í síðstu viku, men so varð ikki. Síðani er vápnahvíldin millum USA og Iran longd í óásetta tíð.

Mikudagin segði amerikanski forsetin, at Iran var komið langt í samráðingunum, men at eingin avtala kundi gerast, uttan so at landið droppar sína kjarnorkuætlan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder