Amerikanski forsetin, Donald Trump ætlar í komandi viku at hækka tollin á bilum, sum verða innfluttir til USA úr ES.
Á sumri 2025 gjørdu USA og ES eina avtalu, sum m.a. hevði við sær, at tollurin á bilum og eykalutum til bilar varð avmarkaður til 15 prosent. Men Trump ætlar kortini at hækka tollin til 25 prosent, skrivar Ritzau.
Í dagføring á Truth Social leggur Trump ES undir at hava brotið avtaluna við USA. Hvussu greiðir hann tó ikki nærri frá.
Í mars tók ein meiriluti í ES-tinginum undir við handilsavtaluni millum USA og ES - við ávísum treytum. Avtalan varð tó ikki endaliga góðkend, og skal sostatt farast undir samráðingar við einstøk lond.
Formaðurin í handilsnevndini í ES-tinginum, Bernd Lange sigur, at útsøgnin hjá Trump greitt vísir, hvussu óálítandi USA er.
– Soleiðis fer man ikki við tøttum samstarvsfeløgum, sigur hann og leggur afturat, at ES má svara greitt aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald