USA tekur 5.000 herfólk heim úr Týsklandi, upplýsir amerikanska verjumálaráðið.
Tað var síðst í aprílmánað, at amerikanski forsetin, Donald Trump hótti við at taka herfólk hjá USA í Týsklandi heimaftur.
Hetta var eftir, at týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz hevði sagt, at Iran eyðmýkir USA í friðarsamráðingunum millum londini. Trump fanst síðani at Merz.
Umsitingin hjá Trump hevur fleiri ferðir funnist hvassliga at vestligum sameindum fyri ikki at luttaka í krígnum hjá USA og Ísrael í Iran, sum byrjaði 28. februar.
Øll herfólkini eru væntandi komin úr Týsklandi um seks til tólv mánaðir, sigur talsfólk hjá amerikanska verjumálaráðnum.
Eftir hetta verður talið á amerikonskum herfólkum í Evropa umleið tað sama sum undan russisku innrásini í Ukraina í februar 2022, upplýsir embætisfólk úr amerikanska verjumálaráðnum sambært Ritzau.
Sambært granskingarstovninum Congressional Research Service hevði USA í 2024 yvir 35.000 herfólk í Týsklandi. Sambært tíðindastovuni AFP verður talið í dag mett at vera um 50.000.
Sambært tíðindastovuni dpa vóru í fjør umleið 80.000 amerikonsk herfólk á amerikonskum herstøðum í Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald