Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá, at USA fer at taka 5.000 amerikonsk herfólk heim úr Týsklandi. Men nú boðar hann frá, at nógv fleiri enn 5.000 verður send heim.
Trump setur tó ikki tal á, skrivar Ritzau.
Les eisini: USA tekur 5.000 herfólk úr Týsklandi
Øll herfólkini eru væntandi komin úr Týsklandi um seks til tólv mánaðir, sigur talsfólk hjá amerikanska verjumálaráðnum.
Avgerðin hjá Trump um at taka herfólk úr Týsklandi kemur, eftir at týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz hevði sagt, at Iran eyðmýkir USA í friðarsamráðingunum millum londini. Trump fanst síðani at Merz og hótti við at taka herfólk úr Týsklandi.
Týski uttanríkismálaráðharrin, Boris Pistorius sigur, at tað var væntað, at USA fór at taka herfólk úr Týsklandi.
– Vit evropearar skulu taka størri ábyrgd av okkara trygd, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald