Amerikanski forsetin, Donald Trump heldur ikki, at Iran hevur goldið ein nóg høgan prís fyri tað, sum landið hevur gjørt.
Tað skrivaði hann á sínum egna sosiala miðli Truth Social í nátt okkara tíð.
– Eg fari skjótt at gjøgnumganga ætlanina, sum Iran júst hevur sent okkum, men eg kann ikki ímynda mær, at hon verður góðtikin, av tí at tey (Iran, red.) enn ikki hava goldið ein nóg høgan prís fyri tað, tey hava gjørt móti mannaættini og heiminum seinastu 47 árini (síðan prestastýrið tók yvir, red.).
Tað var hósdagin, at Iran umvegis pakistanskar meklarar, handaði USA eitt nýtt uppskot um friðaravtalu millum londini, og Trump hevur síðan sagt, at hann ikki er nøgdur við uppskotið.
Les eisini: Trump ikki nøgdur við nýtt uppskot úr Iran
Tá Trump av journalistum í gjár varð spurdur um avtaluna, segði hann, at hann hevði fingið eina frágreiðing um avtaluna, og at hann nú fór at fáa nágreiniligu orðingina.
Spurdur, um hann umhugaði at taka uppaftur álop á Iran, svaraði hann, sambært Ritzau:
– Tað vil eg ikki siga. Eg meini, tað kann eg ikki siga fyri einum journalisti. Um tey (Iran, red.) bera seg illa at, gera tey nakað ringt, men beint nú mugu vit síggja. Men tað er møguligt, at tað fer at henda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald