Innanlands

Løgreglan kannar tvey harðskapsmál

Í nátt vórðu tvey harðskapsmál skrásett - eitt í Havn og eitt á Bátafestivalinum á Toftum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-03 09:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur í nátt skrásett tvey harðskapsmál.

Talan er um eina hending, sum fór fram á einum skeinkistaði í Havn, har nakrir persónar komu til illnar, og eina hending á Bátafestivalinum á Toftum.

Løgreglan greiðir ikki nærri frá hendingunum men sigur, at tveir persónar vórðu handtiknir í sambandi við málið í Havn, og at ein persónur varð handtikin á Toftum.

Persónarnir vórðu skuldsettir, avhoyrdir og leyslatnir aftur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at órættaðu fóru til læknan við skaðum men kann ikki upplýsa, um talan var um stórar skaðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder