At tollurin á bilum úr ES verður hækkaður fer at kosta Týsklandi nærum 15 milliardir evrur, metir stovnurin fyri heimsbúskap í Kiel, Kiel Institute for the World Economy sambært Reuters.
Núverandi tollurin á 15 prosent hevur longu kostað týsku bilframleiðsluvinnuni milliardir, og amerikanski forsetin, Donald Trump ætlar at hækka tollin til 25 prosent.
Les eisini: Trump boðar aftur frá tollhækking
Onnur lond, sum kunnu væntast at verða hart rakt av tollhækkingini eru Italia, Slovakia og Svøríki.
Sambært ráðgeva hjá týska fíggjarmálaráðharranum, Jens Suedekum eiga ES at bíða, tí Trump kann vera skjótur at taka tollhóttanirnar aftur.
Grundgevingin hjá amerikanska forsetanum er, at ES hevur brotið handilsavtaluna, sum ES gjørdi við USA í fjør, men Trump má grundgeva fyri, hví ES hevur brotið avtaluna, sigur ráðgevin, sum leggur afturat, at tað er ikki greitt, um Trump hevur heimild at hækka tollin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald