Tað kemur javnan fyri, at teldusníkar royna at lumpa føroyingar við annaðhvørt at senda teimum boð umvegis teldupost, SMS ella Messenger.
Teir geva seg út fyri at vera føroyskar fyritøkur og biðja fólk trýsta á eitt leinki, og hesa ferð eru tað svikarar, sum geva seg út fyri at vera m.a. ILVA - IdéMøblar - Koppur & Kanna, og Maria Poulsen Búnýti.
Á Facebook verður ávarað um falskar síður, sum seg setur seg í samband við føroyingar og sigur, at tey hava vunnið eina kapping.
– Vit eru vorðin varug við, at ein følsk síða gevur seg út fyri at vera vit og skrivar til fólk um, at tey hava “vunnið” eina kapping. Hetta er svik (spam), og hevur einki við okkum at gera, gera tey í IdéMøblum greitt.
Undirstrikað verður, at fyritøkan ongantíð fer at biðja fólk trýsta á ókend leinki, biðja um persónligar upplýsingar, gjald fyri vinningar ella skriva frá øðrum síðum enn teirra almenna síða.
Heitt verður á fólk, sum fáa slík boð um ikki at trýsta á leinkið, ikki svara boðunum, og at melda síðuna til Facebook.
– Vit arbeiða við málinum og gera okkara besta fyri at steðga hesum.
Dagførd kl. 21.03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald