Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz ætlar framhaldandi at samstarva við amerikanska forsetan, Donald Trump, sum nú hevur boðað frá, at USA tekur yvir 5.000 herfólk úr Týsklandi.
Merz sigur í samrøðu við týsku sjónvarpsrásina ARD, at hann má góðtaka, at hann og Trump ikki hava somu sjónarmið, og heldur hann framvegis, at USA er tann mest týðandi samstarvsfelagin í Nato.
– Eg eri framvegis sannførdur um, at amerikanarar eru okkara mest týðandi samstarvsfelagar í norðuratlantisku verjusamgonguni, sigur hann.
Avgerðin hjá Trump um at taka herfólk úr Týsklandi varð fráboðað, eftir at Merz hevði sagt, at Iran eyðmýkir USA í friðarsamráðingunum millum londini, sum hava verið í kríggi síðan 28. februar.
Men hetta hevur einki at gera við spentu støðuna kring Iran, sigur Merz, tá hann verður spurdur um hetta.
Týski uttanríkismálaráðharrin, Boris Pistorius segði um vikuskiftið, sambært Ritzau, at tað var væntað, at USA fór at taka herfólk úr Týsklandi, og at evropearar skulu taka størri ábyrgd fyri teirra egnu trygd.
Les eisini: – USA fer at taka nógv fleiri herfólk úr Týsklandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald