Innanlands

Elektron gott úrslit í fjør

Elektron hevði aftur eitt gott ár í 2025 við einum vinningi ið var 13,2 milliónir krónur eftir skatt. Tað varð staðfest á aðalfundinum mikudagin 22. apríl, har felagið kundi vísa á framhaldandi góða gongd

(Mynd: Erla Rajani Ziskasen)

(Mynd: Erla Rajani Ziskasen)

2026-05-04 09:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

– Úrslitið vísir, at okkara strategi riggar, og at tørvurin á tryggum góðum KT-loysnum veksur, sigur Ulla Joensen, stjóri í Elektron.

– Vit halda tí fram við at menna nýggjar loysnir og styrkja okkara leiklut sum ein týðandi KT-veitari í føroysku talgildingini.

Á aðalfundinum vóru starvsfólk, leiðsla, nevnd og eigarar savnaði, og boðskapurin var greiður: Elektron stendur sterkt fíggjarliga og heldur fram við støðugari menning.

Fíggjarstøðan javnvigar við 105,3 milliónum krónum, og eginognin er 69,7 milliónir krónur. Samstundis hevur felagið valt at lata 5,3 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg av nýggjum. Jean Djurhuus heldur fram sum formaður, og Brian Smedemark er næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Jan Ziskasen, Marner Mortensen, umframt starvsfólkaumboðini George Poulsen og Tim Wentzlau.

Elektron veitir framkomnar KT-loysnir til føroyska marknaðin og hevur ein týðandi leiklut í at tryggja rakstur og trygd í kritiskum skipanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder