2026-05-04 19:39
Randers Kamarorkestur er einasta fasta, professionella kamarorkestur í Danmark. Til konsertina í Norðurlandahúsinum fara tey at spæla føroyskan, danskan og franskan tónleik.
Norski saksofonleikarin Anja Nedremo framførir sum solistur í poetisku saksofonkonsertini hjá Jacques Ibert og í einum verki fyri solosaksofon og strúkikvartett hjá Teiti Lassen.
Harafturat verður tónleikur eftir Carl Nielsen, Hans Abrahamsen og Gustav Helsted á skránni.
Atgongumerki fáast til keyps á nlh.fo.
Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald