Innanlands

Skal haldast til í Sandavági - Grindaøki lýst

Springarar eru í grindini, sum varð sædd út fyri Bøsdalafoss í morgun, sigur sýslumaður

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2026-05-04 11:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grindin, sum varð funnin út fyri Bøsdalafoss í morgun, er ávegis móti Sandavági, har ætlanin er at halda henni til.

Í hesum sambandi hevur Kári Thorsteinsson, sýslumaður lýst grindaøki í ein fjórðing frá grindini í allar ættir, bæði á sjógvi, landi og í luftini.

Hetta merkir, at óviðkomandi hava onga atgongd.

Nakrir springarar vóru millum grindahvalirnir, men teir eru síðani farnir burturúr. Bólkurin, sum verður rikin inn á sandin í Sandavági verður mettur at vera um 100 hvalir, segði sýslumaðurin við Kringvarpið á middegi.

Dagførd kl. 12.49

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder