Ein 69 ára gamal breti liggur framvegis í lívsvanda á einum sjúkrahúsi í Johannesburg í Suðurafrika eftir at hava verið smittaður av møguligum hantavirus umborð á einum ferðafólkaskipið, sum í løtuni liggur við Kabo Verdi oyggjar.
Tað upplýsa heilsumyndugleikarnir í Suðurafrika, sambært Reuters tíðindastovuni.
Tríggir persónar umborð eru deyðir og tvey av manningini eru sjúk.
Heimsheilsustovnurin hevur váttað, at í minsta lagið ein tilburður av hantavirus er staðfestur millum hesar seks persónarnar. Sambært eini miðlafráboðan er virusin staðfest hjá bretanum.
Eitt talsfólk fyri suðurafrikanska heilsumálaráðið sigur, sambært BBC, at bretin gjørdist sjúkur, meðan skipið sigldi nærhendis oynni Sankta Helena, í Suðuratlantshavinum miðskeiðis millum Brasil og Suðurafrika.
Danmarks Radio skrivar, at hantavirus kann smitta menniskju frá gnagaradjórum, so sum mýs og rottum. Tað sjáldsamt, at menniskju verða smittað, og uppaftur meira sjáldsamt er, at menniskju smitta onnur menniskju.
Sambært Vesselfinder liggur ferðamannaskipið nú uttan fyri býin Praia í Kapo Verde. Reuters skrivar, at myndugleikarnir á Kapo Verde hava sýtt skipinum at koma í havn, og ferðafólkini hava tí ikki møguleika fyri at sleppa í land.
Talan er um skipið MV Hondius, sum niðurlendska reiðaríið Oceanwide Expeditions eigur. Umleið 150 fólk eru umborð.
Tey deyðu eru eini niðurlendsk hjún á 69 og 70 ár. Triði persónurin er ein týskur maður, upplýsir reiðaríið í einum tíðindaskrivi. Aldurin er ikki upplýstur. Sambært BBC er líkið av týskaranum framvegis umborð á skipinum.
Fyrsta deyðsfallið hendi longu 11. apríl. Týskarin er tann seinasti, ið doyði – tað hendi 2. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald