2026-05-04 21:43
Seðlarnir av grindini, sum varð hildin til í Sandavági í dag koma út klokkan 22 í kvøld.
Grindin taldi 125 hvalir og 809 skinn. Býtt verður í rakstrar- og drápspartar umframt heimapartar.
Rakstrar- og drápspartarnir eru eitt skinn, skrivar jn.fo.
Kommunurnar í Vágum taka sær av heimapartunum og kunning um teir.
Skorið verður upp á bryggjuni í Miðvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald