2026-05-05 06:56
Tað verður grind til øll húsarhald í Vágum eftir drápið í Sandavági í gjár, sum taldi 125 hvalir og 809 skinn.
Umframt drápspartarnar verða eisini heimapartar til húskini í Vága og Sørvágs kommunu.
Vága kommuna skrivar, at heimapartarnir verða skornir upp á bryggjuni í Miðvági frá klokkan 10 í morgun. Kommunan heitir á borgarar um at møta upp og taka lut í arbeiðinum við at skera og heinta sín heimapart, sum er hálvt skinn í part.
Sørvágs kommuna skrivar á síni heimasíðu, at heimapartarnir kunnu heintast á bingjuplássinum í grótbrotinum í dag millum klokkan 10 og 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald